Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Summartiltøkini í Mikladali hjá MSF verða 3. og 4.august

Oliver Joensen

Mikladals sóknar fráhaldsfelag hevur seinastu mongu árini hildið síni summartiltøk og eydnuhjól í juni mánaða í Mikladali.

Av ymsum orsøkum verða tiltøkini í ár útsett til fyrsta vikuskiftið eftir Ólavsøku. Tvs fríggjadagin 3. og leygardagin 4.august, sum er einasta vikuskiftið millum Ólavsøkuna og Summarfestivalin.

Roknað verður við, at fleiri enn vanligt kunna luttaka hetta vikuskiftið – og tí er eisini ætlanin at hava meira barnaspæl á skránni.