Ídag vitjaðu 20 børn úr Klaksvík,, saman við seks starvsfólkum úr Barnahúsinum Margit, børn sum ganga í stovuni Heystperlan, á Syðradali.
Børnini, sum eru í aldrinum 3 til 5 ár hugnaðu sær óført. Hóast veðrið ikki háttaði sær av tí allarbesta í Klaksvík, so fingu tey fínasta veður á Syðradali. Tey upplivdu eisini at fáa vitjan av fólkum úr Tilhaldinum í Havn, og tað gjørdu eydnu, serliga hava tey hug at takka eini konu í bjóðaði kongabomm.
Veðrið lagaði sær somikið gott, at sjálvt um børnini saman við starvsfólkunum høvdu tryggjað sær hús at fara inn í á Syðradali, so blivu húsini ikki brúkt, tí hugnaligari var at vera úti á syðradali. Tey fóru av Klaksvík kl. 10 ímorgun við Sam og vóru aftur á Klaksvík klokkan 15.30.




