Í farnu viku fekk Sunda kommuna handa skrásetingar til nakrar av bygdagøtunum. Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Tað er Pól Sundskarð sum hevur gingið gøturnar og tøppa inn knattstøður, soleiðis at fólk kunnu taka upplýsingar um gøtuna niður á telefonina, áðrenn tey fara túrar.
Túrarnir verður í næstum at finna á heimasíðuni hjá kommununi og kunnu nýtast av øllum. Eisini verða vegleiðingar til nær gangast skal og hvussu leingið túrarnir eru at ganga.
Gøturnar sum er skrásettar í hesum umfari eru m.a. frá Saksun til Tjørnuvíkar, frá Oyri til Selatraðar og úr Hósvík til Leynavatn.
Gøturnar koma umframt at liggja á heimasíðuni eisini at vera á kortinum yvir staðarnøvn sum verður almannakunngjørt tann 20. apríl.




