Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sundabáturin bjargaði annars vánaligum degi hjá norðoyabátunum

Jákup Ósá

Kappróður: Bæði Fípan Fagra og Klaksvíkingur róðu sín ringasta róður í ár, tá Fjarðastevna var á Skála.

Tað bleiv ársins vánaligasti kappróðrardagur hjá bátunum úr Norðoyggjum. Undan dagsins róðri høvdu Klaksvíkingur og Fípan Fagra vunnið allar róðrarnar, men soleiðis bleiv ikki í dag. Báðir blivu í grundini smurdir av, tá bátar úr høvuðsstaðnum vunnu. Fípan Fagra endaði nummar 3 og Klaksvíkingur nummar 2. Sílið vann hjá 5-mannaførum dreingjum, meðan Ormurin Langi vann hjá 10-mannaførum. Besta úrslitið hjá norðoyingum í dag fekk Sundabáturin. Hann vann hjá 6-mannaførum og hevur lagt seg eitt stig framum Hvessing. Spenningurin er tí sera stórur hjá 6-mannaførum undan teimum báðum seinastu róðrunum. 

Tvær stevnur eru eftir, og hóast tað gekk illað í dag, so eru Fípan Fagra og Klaksvíkingur framvegis væl við í kappingini um at vinna meistaraheitið. Men spenningur kom í FM kappingina eftir dagsins róður, har báðir bátarnir úr Klaksvík blivu smurdir av.

Harleyfacadeacryl