Við sigri í FM-kappróðrinum á Vestanstevnu vann Sundabáturin leygardagin føroyameistaraheitið hjá 6-mannaførunum við monnum.
Sundabáturin kann av røttum í ár kallas flaggskipið hjá norðoyingum í kappróðri.
Aftur á Vestastevnu vunnu sterku menninir í Norðdepils og Hvannasunds Róðrarfelag FM-kappróðurin hjá mannligu 6-mannaførunum, og harvið lemur tað seg ikke gera hjá Tvørabátinum, Stráluni og hinum at taka Sundabátin aftur.
Tvørabáturin royndi at gera ein vørr í byrjanini av kappróðrinum á Vestanstevnu, og sambært Jógvani Arge var hann eisini fremstur ein part av teininum, men síðani tóku kreftirnar og tiltikna áhaldnið umborð á Sundabátinum yvir, soleiðis at tað at enda var ein rættiliga tryggur sigur til NHR og Sundabátin.
“Hann er reyður, hvítur, bláur – sera, sera knáur“, og tað varð eisini sligið fast á Vestanstevnu.
Við 40 stigum eftir fyrstu seks róðrarnar er SUNDABÁTURIN FØROYAMEISTARI og suverena flaggskipið í Norðoyggjum
HJARTALIGA TILLUKKU
Úrslitið hjá 6-mannaførunum við monnum á Vestanstevnu var hetta:
1) Sundabáturin 07:24.16
2) Tvørabáturin 07:27.10
3) Strálan 07:28.24
4) Jarnbardur 07:32.12
5) Riddarin 07:35.11
6) Lómur 07:39.23
7) Rádni 07:43.11
8) Kollfirðingur 11:11.11
Støðan í FM-kappingini er nú henda:
1) Sundabáturin 40
2) Tvørabáturin 30
3) Strálan 26
4) Jarnbardur 17
5) Lómur 7
6) Sølmundur 5
7) Riddarin 5
8) Rádni 2




