Um ein tíma, ella um 9 tíðina í kvøld, fer Sundaberg av Klaksvík og leiðin gongur í Barentshavið.
Sundaberg, sum hevur ligið á Klaksvík í umleið eina viku og skipað veiðu upp og rigga til nýggjan túr, fer av Klaksvík um 9 tíðina í kvøld. Teir hava lagt upp 330 tons av seinasta túrinum. 36 mans fara við Sundabergi hendan túrin og leiðin gongur í Barentshavið í norskan sjógv.
Vit frætta frá reiðarínum, at fiskiskapurin í Barentshavinum er brúkiligur í løtuni, Skálaberg liggur um 10 tons um dagin. Veðrið hevur tó verið vánaligt, men betur seinastu dagarnar, Skálaberg hevur tó fiska hvønn dag.




