Undir venjingini hjá Sundabátinum týskvøldið hendi tað, sum viðhvørt kemur fyri, men sum ómøguligt má henda í einum FM-kappróðuri: ein ár brotnaði! Hesa ferðina var tað eiðismaðurin umborð, stóri og sterki Gunnar Andreasen, sum var tann óhepni. Vit fingu eina mynd av teimum beint eftir óhappið.
Sagt verður, at Sámal Hansen bátasmiðjur til tíðir hevur úr at gera við at framleiða árar til manningar, tí tað kemur javnt og samt fyri, at árar brotna.
Hesa ferðina vóru vit á staðnum, tá tað hendi einum av manningini við Sundabátinum. Sum tað framgongur av myndini, gjørdust teir ikki sørt kløkkir av tilburðinum.
Dúgliga varð skemtað um hetta. Onkur helt fyri við Norðlýsið, at tað nú var prógvað, at teir eru líka sterkir sum manningin á Páll Fanga, tí nú hava teir eisini klárað at brotið eina ár.
Løtu seinni læntu teir á Sundabátinum eina ár frá Kl. Róðrarfelag, so venjingin kundi fullførast hetta týskvøldið.
Sigast má, at manningin við Sundabátinum higartil hevur klárað seg betur og betur í FM-róðrunum. Lítil ivi er um, at innanhýsis kappingin millum teir og Páll Fanga-menninar er við til at menna báðar manningarnar. Javnan síggjast bátarnir taka ein innanhýsis kappróður, har tað til tíðir er sera stutt millum teir.




