Men tað er treytað av, at hann er í sínum besta formi, sigur Leivur Frederiksen, ið er ítróttarredaktørur í KVF.
Men tað er treytað av, at hann er í sínum besta formi, sigur Leivur Frederiksen, sum saman við Tórði Thomsen tosaði um m.a. skiftið hjá Súna Olsen á Rás 2 fríggjadagin.
Mánakvøldið kunngjørdi KÍ, at ein av størstu profilunum í Føroyum seinastu árini, Súni Olsen, hevði gjørt sáttmála við felagið fyri 2016. Á Rás 2 fríggjadagin blivu Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í KVF, og Tórður Thomsen, málverji hjá B36, um hetta skiftið.
– Um hann kemur í sín besta form, so er hatta ein veldigur styrkur til KÍ. Hann er øgiliga tryggur á bóltinum og eg helt, at KÍ í øgiliga nógvum dystum í fjør ikki spældi so væl. Tað var ov ofta, at vit sóu 3 avleveringar og so mistu teir bóltin og tað sá nokkso kaotiskt út bæði heima og úti. Men við Súna burdi spælið blivi tryggari. Tað má tað blíva, og so hevur hann øgiligar royndir og man veit, at hann er góður fyri nøkur mál. Hann skorar sjálvur og hann leggur upp til mál. Súni kann eisini gera aðrar leikarar betri, um hann brennur fyri tí og gjarna vil, at KÍ skal fáa eitt gott úrslit komandi ár. Men tað krevur, at hann er í sínum besta formi og har skal sigast, at Súni Olsen ikki altíð er í sínum besta formi. Men um hann er tað, so kann tað blíva heilt gott hjá Súna og KÍ, segði Leivur Frederiksen.
– Hann skjýtur so hart, at man má næstan velja síðu sum málverji, tá hann skjýtur. Tað ber ikki til at lesa hann av og tað er ikki bara við fríspørkum, men eisini við langskotum, har hann ikki er í javnvág, men tó fær gott skot á og tá kann hann brúka bæði beinini. Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi hildið einum skoti frá Súna enn. Ofta, tá eg hugsi um Súna, so hugsi eg samanberingar við Andrea Pirlo. Hann hevur hesar avleveringarnar, er tryggur á bóltinum og missur ikki bóltin uttan víðari. Hann fær stabilitet á liðið, og tað hevur KÍ orduliga brúk fyri, segði Tórður Thomsen á Rás 2.




