Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Súni Olsen gevst á landsliðinum

Jákup Ósá

Súni Olsen mynstrar nú av á føroyska A-landsliðinum. Hann spælir seinasta landsdystin týskvøldið móti Eysturríki.

Súni Olsen mynstrar nú av á føroyska A-landsliðinum. Hann spælir seinasta landsdystin týskvøldið móti Eysturríki.

Súni Olsen hevur spælt 51 landsdystir og skorað 3 mál á føroyska A-landsliðinum. Hann spældi sín fyrsta landsyst í 2001 móti Svøríki í einari NM kapping. Serliga minnast vit kanska frísparks málini móti Litava á Svangaskarði í 2003 og 2009, har tann seinni dysturin gjørdist minniligur og endaði við 2-1 sigri.

Seinastu árini hjá Súna er tað kanska serliga Italia dysturin í 2011, sum vit minnast best hjá Súna. Tá Súni var stórspælandi og hevði m.a. skot á stongina aftanfyri Buffon í 1-0 tapinum.


Gevst nú

Súni Olsen váttar nú fyri Norðlýsinum, at hann gevst á landsliðinum eftir hesa undankappingina. Tað merkir, at hesir heima dystirnir móti Kasakhstan og Eysturríki vera teir seinastu hjá 32 ára gamla landsliðsleikaranum.

– Støðan er tikin eftir at hava gjøgnumhugsað hana seinastu kanska tveir mánaðirnar. Landsliðið krevur sera nógva tíð, og nú verður familjan raðfest hægst. Samstundis má eg taka atlit til aldurin og skaðarnar, tí landsdystirnir eru sera krevjandi, og hetta merkist á kroppinum viðhvørt. Eg føli, at eg framvegis havi nógv at geva í Effodeildini og vil spæla í nøkur ár afturat í bestu føroysku deildini. Eg gleði meg nógv til hesar báðar seinastu dystirnar, men eftir dystin týskvøldið sigi eg farvæl til hendan kapittulin, sigur Súni Olsen við Norðlýsið í dag.

Harleyfacadeacryl