Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Súni Olsen til KÍ

Jákup Ósá

Landsliðslegendan við tiltikna sparkiteknikkinum fer komandi kappingarár at hava sín heimavøll í Klaksvík.

Landsliðslegendan við tiltikna sparkiteknikkinum fer komandi kappingarár at hava sín heimavøll í Klaksvík.

KÍ boðar í kvøld frá í tíðindaskrivi, at felagið hevur fingið fatur í einari av stóru kanónunum í føroyskum fótbólti í nýggjari tíð. 34 ára gamli Súni Olsen hevur gjørt sáttmála við KÍ og kemur sostatt aftur at arbeiða undir Mikkjal K. Thomassen, sum hann gjørdi í 2011, 2012 og 2013 í B36.

Hóast Súni bara spældi í 1220 minuttum í Effodeildini í 2015, so var hann við í 13 málum sum antin málskjútti, við uppleggi ella við 3. seinasta fóti á. Í 2014 var hann næstovasti toppskjútti hjá Víkingi við 10 málum, meðan hann øll árini í B36 lá um 15 mál/upplegg.

Samanlagt hevur Súni spælt 257 dystir í Effodeildini og skorað 86 mál, meðan hann í steypakappingini hevur skorað 18 mál í 54 dystum. Á landsliðnum hevur Súni spælt 53 landsdystir og skorað 3 mál.

Norðlýsið hevur væntandi longri samrøðu við Súna í blaðnum fríggjadagin.