Súni Olsen byrjar í 2017 sum venjari á næsta hægsta stigi í Føroyum.
B68 boðar frá í kvøld, at 35 ára gamli Súni Olsen verður venjari hjá besta liðnum í felagnum komandi kappingarár. Hetta er fyrsta venjarauppgávan av týdningi hjá Súna, sum í øllum førum fyribils hevur sett gaggurnar á hillina vegna skaðar. B68 flutti niður úr Effodeildini í ár og spælir tí í 1.deild komandi kappingarár.
Súni var ein av lyklaleikarunum hjá KÍ í ár, har hann skoraði 6 mál og legði upp til 8 mál í 1281 minuttum í landskappingini.




