Ein bók um kærleika eftir Haruki Murakami
Tað er ikki hent áður, at bók eftir japanska rithøvund er komin á føroyskum. Men nú er fyrsta japanska skaldsøga at fáa í bókabúðunum. Pauli Nielsen hevur umsett eftir ensku, donsku og íslendsku útgávuni.
Rithøvundurin er heimskendi Haruki Marakami, føddur 1949. Hann hevur síðan 1979 skrivað 17 skaldsøgur, hvør áhugaverdari enn onnur, og harumframt hevur hann umsett amerikanskan skaldskap til japanskt. Sagt verður um hansara skaldskap, at við dygga kunnleikanum um amerikanskar bókmentir, hevur hann megnað at bróta tann stongsul, sum strongu formligu krøvini hava hildið japonskum bókmentum í. Bæði foreldur hansara vóru bókmentafrøðingar og undirvístu í japonskum bókmentum. Sjálvur er Haruki Murakami útbúgvin leiklistarfrøðingur. Tey fyrstu 8 árini eftir lokna útbúgving hevði hann eina Jazzbarr í Tokyo. Síðani hevur hann burturav starvast sum rithøvundur.
Murakami hevur búð í nøkur ár av sínum rithøvundalívi í Grikkalandi og í USA, men býr nú aftur í Japan. Hann er av tí ættarliðinum í Japan, sum av álvara fór at lurta eftir vesturlendskum tónleiki. Ein av bókum hansara eitur “Norwegian Wood” eftir Beatles-sanginum av sama navni.
Murakami hevur skriva lætt og væl við einum hugflogi, har ilt er at skilja millum dreym og veruleika. “Sunnan fyri markið”, sum nú er komin á føroyskum, er ein tann lættasta at lesa av øllum bókunum, sum Murakami hevur skrivað. Hon er ein góð bók at byrja við hjá teimum, sum vilja njóta gott av skaldskapinum hjá Haruki Murakami. Og tey eru mong, sum lesa hann. Bara í Japan eru 20 milliónir bøkur seldar.
Um júst hesa bókina skrivaði New Yourk Times: “Hetta er ein klóka og vøkur bók, á tremur av fjaldum sannleikum”.
Bókin byrjar soleiðis:
"Eg var borin í heim fjórða januar í 1951, í fyrstu viku í fyrsta mánaði í seinna helmingi av tjúgundu øld. Tað tykist kanska lítið serstakt at minnast aftur á, men tað var tí, foreldur míni valdu at kalla meg Hajime, sum merkir byrjan á japonskum. Annars var einki serstakt at viðmerkja í sambandi við føðingina."
Høvuðspersónurin í "Sunnan fyri markið" er tvey ár yngri enn Murakami. Seinast í tríatiárunum hittir hann fyrstu gentuna aftur, sum hann var góður við, tá ið tey eitt skifti gingu í sama flokki 12 ára gomul. Um kensluna, tá hendur teirra eitt lítið bil møttust, er hetta lítla brotið:
"Kenslan av hond hennara í míni er ongantíð farin frá mær. Tað kendist heiltøðrvísi enn nakað annað, sum eg nakrantíð áður og ei heldur síðani havi upplivað. Tað var bara lítla, heita hondin við fimm fingrum á eini tólv ára gamlari gentu, men lógvin á henni var sum ein sýnisgluggi, sum avdúkaði alt tað, sum eg leingi hevði longst eftir at fáa at vita, og alt tað, sum mær nakrantíð tørvaði at fáa at vit. Tá ið hon tók í hondina á mær, vísti hon mær, hvussu alt hongur saman. At mitt í veruliga heiminum var ein staður sum hesin. Í hesi 10 sekundini kendi eg meg sum ein lítlan, fullkomnan fugl, sum fleyg langt uppi á himinum. Eg kendi vindin strúka framvið mær, og eg skoðaði út yvir eitt fjart landslag. Tað var so langt burturi, at eg ikki rættiliga sá, hvat ið var har, men eg kendi á mær, at har var okkurt, og eg visti, at eg ein fagran
dag fór at vitja hendan stað, og tann sannroyndin fekk meg at kikka eftir ondini og hjartað mítt at biva."
Ein sonn fragd at lesa.
Kostnaður 198,- í bókabúðum




