Upprunaliga var meiningin, at heimsmeistaraheitið í Dart skuldi verða í Spania um hetta mundi, men av tí at korona hevur herja, so er tað eisini avlyst. Men neyð lærir gamla konu at spinna, so nú verður heimsmeistaraheitið undir serligum umstøðum. Vanligt eru 4 fólk á hvørjum landsliði, also 4 menn og 4 kvinnur, men nú tá støðan er sum hon er, er tað broytt til, at nú eru 4 á landsliðnum, 2 menn og 2 kvinnur. Landsliðsvenjarnir hjá monnum Jens Albert Simonsen og Hans Eivind Olsen hava tikið út Una Árting og Jan McIntosh úr HDF, meðan landsliðsvenjarin hjá kvinnum Kristian Joensen, hevur úttikið Lydiu á Smið úr HDF og Anniku Joensen úr Dart Sandoy.
Harðan og spennandi bólk
Føroyar eru komin í bólk 8 saman við Fraklandi – Írlandi – Slovenia – Monaco og Jersey. Fleiri at heimsins bestu leikarum, eru við baði á mans og kvinnusíðuni. Hja føroyska landsliðnum, sær bólkurin serliga spennandi út, tá vit hava trekt tvær smátjóðir, í Jersey og Monaco, tvey lond har vit eiga at kunna spæla upp við, sjálvt um vit vita at landsliði hja Jersey hevur verið við til nógv HM endaspøl fyrr. Slovenia kenna vit ikki so nógv til, men vit kennast við Banjamin Pratnemer, sum er teirra besti leikari, og sum liggur Nr 102 í heiminum. Írland og Frakland hava tvey sera sterk lond við. Thibault Tricole er Nr 25 í heimsstyrkilistanum er teirra stórs stjørna. Meðan Írland altíð klárar seg væl í altjóða kappingum. Hesuferð hava tey baði á mans og kvinnusíðuni sent teirra stórstu talentir, Keane Barry sum gjørdist ungdóms heimsmeistari fyrr í ár og á kvinnusíðuni Katie Sheldon, sum vann Girls World Masters í 2019. Hetta er fyrstu ferð síðani Føroyar fekk altjóða limaskap, at vit sleppa at royna okkum ordiligt. Og leikarnir hjá okkum hava vat dúliga til hesa kappingina. Spennandi verður um úrslitini fara at fylgja tí, sum vit vænta av leikarunum.


