Sunnudagin, beint eftir Formuladystin millum KÍ og NSÍ, bjóðar Bláa Bylgjan øllum áskoðarum, leikarum, venjarum o.ø. innar í KÍ-kafé’ina til ein avslutning upp á árið á heimavølli, har felagið m.a. fer at heiðra ein KÍ-leikara.
Tað er við at gerast ein traditión hesi seinastu árini, at KÍ ella áhugafelagið, sum nú eitur Bláa Bylgjan, beint eftir tann seinasta heimadystin hjá KÍ bjóðar innar til eina hugnaløtu, har áskoðarar, leikarar og venjarar o.o. fáa høvi at hittast til eitt prát aftur við einum drekkamunni og onkrum leskiligum afturvið.
Soleiðis verður aftur sunnudagin, nú KÍ fer at spæla sín seinasta heimadyst í hesum kappingarárinum, og hesaferð er tað Bláa Bylgjan, sum í samstarvi við KÍ bjóðar innar í KÍ-café’ina beint eftir dystin millum KÍ og NSÍ.
Eins og í fjør ætlar Bláa Bylgjan aftur í ár at heiðra ein KÍ-leikara, sum eftir teirra meting hevur avrikað nakað heilt serligt fyri felagið og viðhaldsfólkini.
Hendan heiðran fer fram hesa løtuna, sum verður beint eftir dystin inni í KÍ-café’ini.
Bláa Bylgjan og KÍ lata heilsa, at øll eru hjartaliga vælkomin innar til hesa løtuna, har tey vóna at síggja so mong sum gjørligt.




