Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sunnudagin kl. 15, Vodafone-deildin: KÍ-B68: Bill heim á væl kendar leiðir

John William Joensen

Bill Mc Leod Jacobsen er tann av høvuðsvenjarunum í Vodafone-deildini, sum man eiga tey flestu sporini á og kring vøllin við Djúpumýru, har hann sunnudagin fer at standa á odda fyri vitjandi oddaliðnum, B68 – ímóti barndómsfelagnum, KÍ.

Tá ið Bill Mc Leod Jacobsen í august í fjør var í Klaksvík við besta liðnum hjá B68, vunnu leikarar hansara dystin 1-0.

Um vit ikki minnast heilt galið, so var talan um ein rættiliga javnan og tættan dyst, sum tó endaði við sigri til toftamenn – meini, at málið kom seint í dystinum.

Hesa sigursløtuna vóru gestirnir, sum vera mann, ógvuliga fegnir, og teir vístu eisini, nátúrliga, sína gleði á vøllinum.

Tó var tað ein í B68-hópinum, sum ikki vildi gera alt ov nógv burtur úr at fegnast hesa løtuna, nevniliga sjálvur venjarin, Bill Mc Leod Jacobsen – hóast hann sjálvandi var fegin um at vinna.

Bill greiddi seinni frá, at hann ikki vildi provokera KÍ-arar og norðingar óneyðugt, og tí valdi hann at halda lágan profil ta løtuna.

Tá – eins og nú – var KÍ í trongum skóm í landskappingini. Niðurflytingarspøkilsið hótti liðið, og ivaleyst var hetta orsøkin til atburðin, sum Bill vísti.

Hesin atburður sigur ikki so lítið um henda mannin, sum sunnudagin aftur umboðar eitt vitjandi Vodafone-lið við Djúpumýru.

Bill er uppvaksin í Klaksvík og KÍ, her hann hevði bert nakrar fáar metrar oman á vøllin frá húsunum hjá ommuni og abbanum við Bøgøtu.

Fyrst royndi hann seg sum leikara, síðan sum venjara – dugnaligur og hugaligur til sítt arbeiði. Tað er sjón fyri søgn í dag, bæði á landsliðnum og á tí Vodafone-liðnum, sum hann í dag venur.

Sunnudagin vitjar Bill aftur á kendum leiðum, og vit ynskja honum alt tað besta … men sunnudagin vóna vit tó inniliga, at barndómsfelag hansara, KÍ, vinnur.

KOYR Á KÍ !!!