13. umfar í Sunset kappingini verður sunnudagin. Stjørnan tekur á heimavølli móti StÍF
Tað verður ein dystur millum topp og botn, tá Stjørnan og StÍF fara á vøllin í KÍ-høllini sunnudagin. Stjørnan liggur á odda við 21 stigum, trý stig frammanfyri VB, sum er á øðrum plássi. Hóast StÌF liggur næstaftast við 4 stigum, so eru nógvir ungir evnaríkir leikarar á liðum. Trupuleikin er kanska, at fleiri av leikarunum hava ikki tær nógvu royndirnar, og so hevur liðið ikki, eins og t.d. Stjørnan, VB og Tjaldur, nakran rættiligan profil á liðnum, sum kann draga hinar leikarnar við sær.
Men ein góðan dag kann StÍF-liðið spæla upp móti teimum bestu.
Eftir ein ikki serliga væl leiktan dyst móti Neistanum seinasta sunnudag, sum Stjørnan tó vann, skulu stjørnuleikarnir royna at finna góða spæli frá hálvfinaluni í steypakappingini móti Neistanum og oddabrakinum móti VB framaftur. Dysturin byrjar kl. 15:00




