Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sunnudagsdysturin á Norðoyastevnu: Nýggjur spælari við KÍ á Norðoyastevnu

Norðlýsið ÍTROTTUR

25 ára gamli Jack Johansen úr Miðvági, ið spælir við SÍ, verður við á KÍ-liðnum ímóti NSÍ Norðoyastevnudag.

Av tí at liðið hjá Jack Johansen, SÍ úr Sørvági, hevur fríumfar hetta vikuskiftið, hava Kí og Jack avtalað, at hann skal royna evnini hjá KÍ í venjingar- og steypadystinum á Norðoyastevnu ímóti NSÍ.

Sum skilst, hevur Jack vant við KÍ onkra venjing í farnu viku.

Hesin vinstrabeinti vágamaðurin, ið bæði kann spæla í verju og á miðvølli, spælir í ár við SÍ og hevur fyrr spælt við FS Vágum.

Talan er sum skilst um púra óbindandi royndarvenjing, og her er Norðoyastevnudysturin formliga sjálvandi bara at rokna sum venjing.

Annars eru bæði KÍ og NSÍ eitt sindur skerd til hendan dystin, at tí at landsliðsleikarar eru upptiknir av bæði A-landsliðnum og U21-landsliðnum, og tað letur upp fyri royndum við øðrum leikarum og liðuppstilling.