Sunnudagsskúlin í Betesda skipaði fyri útflug og farið var niðan á Háls
Tað er langt síðan seinast at skipað var fyri útflugt tí fleiri av børnunum høvdu ikki roynt hetta áður.
Farið var niðan á Háls og veðrið var av tí allar besta.
Børn, foreldur, abbar og ommur hugnaðu sær óført.
Sjálvandi var Hans og Greta á skránni – umframt togtogan, hoppa band og ymisk onnur spøl.
Eisini var felagssangur.
sí myndir




