Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sunnudagsskúlafestiválur og tunnilsdagur

Oliver Joensen

 Tað hendir nógv í Klaksvík leygardagin. Tunnilsdagur er og frítt at koyra, børnini fáa eisini sítt, tí tá fer tiltakið Sumargleði av barkastokki, har stórt undirhald verður fyri børnini í skúlagørðunum við Ósánna og á Ziskatrøð.

Í tí sambandinum er nógv stákan. Vit vóru í Skúlagarðinum í gjár, tá børn úr Snjøllu Bjallu fríðkaðu um í skúlagarðinum. Evnið var alt tað sum er í sjónum. Børnini hugnaðu sær við máling og penslum saman við starvsfólkum.