Sunnudagsskúlin byrjar kl. 12:30 við felagssangi fyri øll til kl. 13:00, tá ið børnini fara í klassarnar at hoyra bíbliusøgu, samstundis sum bíbliuløtan fyri tey vaksnu er í salinum.
Seinasta sunnudag byrjaði sunnudagsskúlin aftur eftir summarferiuna, og tað var ein gleði at síggja so mong, bæði til sunnudagsskúlan og samkomudagin.
Tá talaði Símun Absalonsen eisini í bíbliuløtuni, sum er fyri tey vaksnu, meðan børnini eru í klassunum, og Símun fer aftur at tala í morgin.
Hjartaliga vælkomin í sunnudagsskúla, bæði børn og vaksin 🙂