Í dag bjóðar Katrin Kallsberg til hugnaliga havakonsert, har endamálið er at savna inn pening til felagsskapin Í Menniskjum Góður Tokki.
Í dag bjóðar Katrin Kallsberg til hugnaliga havakonsert, har nakrir av okkara fremstu klassisku tónleikarum fara at framføra. Konsertin er ein liður í innsavningini “Meðan vit bíða”, har Miðlahúsið millum annað hevur heitt á sjey fólk at savna pening inn í 10 dagar.
Katrin Kallsberg er ein av teimum sjey og hon bjóðar í hesum sambandi øllum at hittast til góðan tónleik, ein kaffimunn og vónandi hugnaligt prát. Endamálið við konsertini er at savna pening inn til felagsskapin Í Menniskjum Góður Tokki og at varpa ljós á, at vit ynskja ikki, at nøkur børn í Føroyum skulu vaksa upp í fátækraváða.
Ætlanin er, at konsertin verður ein sonevnd havakonsert, men vandi er tó fyri, at tiltakið flytir innandura, um so er, at ov kalt er uttanfyri.
Nakrir av okkara fremstu klassisku tónleikarum fara at framføra á konsertini: m.o. Andrea Heindriksdóttir og Katja Volovelskaja á floytu, Ólavur Jakobsen á guitar, Anna Húdepohl á accordeon og Angelika Nielsen á violin/bratsj.
Tiltakið er ókeypis, men tey ið hava hug og møguleika at stuðla í menniskjum góður tokki, kunnu lata pening á staðnum ella flyta pening á konto 6460-5402451. Eisini er møguligt at stuðla við 50 kr við at senda sms til 1940 við boðunum BARN.
Tiltakið er í Dr. Dahlsgøtu 15 og inngongd til havan er frá gøtuni við Sandá.
Tónleikaframførslan byrjar kl 14 og fólk eru vælkomin frá kl 13.




