Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sunnukvøld umborð á Atlantic Navigator

Oliver Joensen

Tað hevur verið siðvenja umborð á Næraberg, at hava "kalt" borð sunnukvøld, og hesin siður heldur áfram umborð á Atlantic Navigator.

Sunnukvøld umborð á Atlantic Navigator
 
Tað hevur verið siðvenja umborð á Næraberg, at hava kalt borð sunnukvøld, og hesin siður heldur áfram umborð á Atlantic Navigator.
 
Tá vit tosaðu við kokkin, Róðin Dam, sunnudagin seinnapartin, var sjálvtøkuborðið um at verða klárt, og vit spurdu um vit kundu fáa avrit av matarlepanum, og her kunnu tit so síggja, hvat manningin umborð á Atlantic Navigator fekk til matna sunnukvøldið.
 
Annars var veðrið hampuligt og hýrurin umborð var góður. Klokka 19 sunnukvøldið varð lýst við møti umborð.
 
Matarseðil: Sunnukvøld
 
Heitar heimagjørdar frikadellur við eplasalati og reyðkáli
Heitt livradeiggj við fleski og soppum
Oksalundir við leyki og soppum
Reyðsprøkufløk við citrón
Rivjasteik við svøri
Kókaði egg
Rækjur
Crab Sticks
3 sløg av sild við leykringum
Royktur laksur við eyggjakøku og asparges
Pastasalat við skinku og ananas
Pastasalat við tomatpesto
8 sløg av pylsuviðskera
6 sløg av argentinskum sildarættum & sardinum
Ostafat við keks og fruktum
 Væl gagnist !