Fram til sunnudagin skal ein fyrrverandi Superliga spælari royndarvenja í Norðragøtu.
Fram til sunnudagin skal ein fyrrverandi Superliga spælari royndarvenja í Norðragøtu.
Talan er um 27 ára gamla Justice John Erhenede. Á vøllinum spælir hann fyrst og fremst úti á kantinum, men kann eisini brúkast sum hangandi aftanfyri ein álopsleikara. Hann hevur áður leikt í Superliguni við Vejle í 2006/07, har hann spældi 11 Superliga dystir, har hann í teimum flestu bleiv innskiftur. Í næstbestu donsku deildini hevur hann spælt við Kolding, Hobro IK og HB Køge. Har hevur hann skorað 26 mál í 86 dystum.
Ólavur Thomsen, formaður í Effonevndini hjá Víkingi, sigur, at hann kemur at royndarvenja við Víkingi fram til sunnudagin. So vil tíðin vísa eftir tað, um samráðingar vera tiknar upp. Hann sigur, at Justice var nógv skaddur í 2012 og hevur seinastu tíðina spælt við Kolding í Danmarkseriuni.
Justice er frá Nigeria, men er nú danskur statsborgari.
Norðlysið hevur í blaðnum í dag samrøðu við formannin í Víkingi, Brand Jacobsen, har hann sigur, at teir hyggja eftir einum offensivum leikara. Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, segði nakað tað sama fyri nøkrum vikum síðani á nordlysid.fo.




