Klokkan er 8.15, tað regnar í morgun, so eg skundi mær út í bilin, og við viskarunum á hægsta stigi, koyri eg norður á ferjuleguna. Eg ætli mær at sleppa við Ternuni klokkan 8.45.
Tá ið eg komi koyrandi norðureftir síggið eg, at tað stendur longu ein rúgva av bilum á kajuni, so eg komið at standa í bilrøð nummar fimm, næstfremst. Ternan kemur, fólk og bilar hvørt um annað koma í land. Eg veit longu nú, at eg ikki sleppi við henda túrin, sum eg hevði ætlað mær, men vón er fyri framman. Um eina løtu kemur Sam, so eg verið bert um ein hálvan tíma ov sein til tað, eg skal. Gott hjá okkum at hava fingið eitt skip afturat at røkja farleiðina. Haldi tó, at Sam byrjar heldur seint um mornarnar, og heldur alt ov tíðliga uppat um dagin. Hann skuldi siglt longur út á dagin, til tað mesta trýstið um Leirvíksfjørð var av.
Meðan eg sitið og bíði, lurti eg eftir ÚF og hugsi um, hvussu skilið man fara at vera, ta løtu Ternan fer aftur til Leirvíkar. Tríggjar tær fyrstu bilrøðirnar sleppa við, bilførararnir í teimum trimum bilunum, sum standa fremst í fjórðu røð, eru spentir og bíða eftir hvussu verður við teimum. Munnu teir sleppa við ella ikki???
Jú skilið verður júst, sum eg hevði væntað. Eg havi upplivað støðuna fyrr, og fleiri við mær. Ein bilur, sum ikki hevur staðið í røðini, kemur koyrandi og stillar seg fremst í fyrstu røð, og ein kemur aftan á tí fyrsta. Nú kemur panikkur í. Onkur bilur fer mitt úr fjórðu røð og stillar seg nummar trý í fyrstu røð. Bilurin framman fyri meg ger tað sama, so eg hugsi, her verður einki skil á, eingin leggur í hvør hevur staðið hvar, og hvør hevur staðið longst, so eg starti bilin og koyri yvir í nýggju bilrøðina. Nú eru fleiri bilar í bilrøðini, sum ikki hava verið við í røðini og teir hava als ikki staðið so leingi og bíða sum vit hava.
Úrslitið av hesum ruðuleika er, at tann bilurin, sum akkurat ikki slapp við Ternuni, kemur at vera so aftarlaga, at hann heldur ikki sleppur við Sam, sum nú er fullur av bilum og ger klárt at fara. Spell, spell, spell.
Tá ið okkara ferðasamband er, sum tað er, má tað í minsta lagið gerast ein skipan, so tað verður rættvíst, hvør sleppur við og ikki. Tað er fyri okkum sum búgva fast her norðuri troyttandi, at skulla norður á ferjuleguna kvøldið fyri ella fleiri tímar áðrenn báturin fer, og so ikki vera vís í at sleppa við oman á alt av berum ruðuleika. Er tað trupult fyri okkum, er tað púra vónleyst fyri okkara vitjandi og onnur, at finna runt í slíkum systemloysi.
Hugsið hvør man hava ábyrgdina av kajøkinum, bilrøðunum????
* Manningin á Strandfaraskipunum? Havi hoyrt, at teir einki hava at gera uppi á kajuni, og at tað er av vælvild, at teir plaga at kanna eftir, hvussu bilarnir skulu koyrast umborð, fyri at fáa so nógvar við sum gjørligt.
* Hvat við starvsfólkunum í skrivstovuni/pakkhúsinum? Hava tey møguleika fyri at fylgja við, nær ruðuleiki er á kajuni?
* Hvat við Kl. Býráð, møguliga havnafútaskipanin, kunningarstovan, ella onnur?
* Tann almenni myndugleikin, ella møguliga onkur heilt annar?
Eg veit ikki, hvør hevur ábyrgdina, men loysnin kundi verið sera einføld, sum tildømis: at rør blivu sett niður í asfaltið har sum básarnir til bilrøðirnjar byrja, so tá ið t.d. fyrsta, næsta og triðja røð vóru farnar umborð, kundi ein jarnstong verið sett í rørini við togenda ímillum, sum vístu, at her vóru røðirnar stongdar. Tá ið báturin so kom aftur, bleiv hildið fram við bilrøðunum har slept var, og bilar, sum ikki vóru í bilrøðini frammanundan kundu komið í tómu røðirnar. Hetta hevði lætt munandi um, og tann ruðuleiki sum er, hevði ikki verið. Havi einaferð upplivað, at ein trailari við viðhangi skuldi skifta bilrøð og kom at sperra fyri allari ferðsluni norður eftir Stangavegnum.
Trupulleikin er kanska, hvør skal seta hesar stendurnar í, tær ferðir tað hendir, at tað eru so nógir bilar, at ikki allar bilrøðirnar sleppa við???
Vónandi gera tey, sum hava ábyrgd av hesum øki okkurt við henda trupuleika, áðrenn undirsjóvartunnilin verður veruleiki, tí tá er tað ov seint. Klaksvíkar býráð/Strandfaraskip Landsins, fyri at hava nøgdar borgarar/kundar, krevst at vit føla okkum trygg, og fyri at vit skulu kenna okkum trygg, mugu vit vita, hvussu leikur fer.




