Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svar til formannin í Norðoya Javnaðarfelag.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Tað gleðir meg, at loksins er tað ein javnaðarmaður, sum er samdur við mær, um at tað er óheppið at hækkað skattaprosentið.

Tað gleðir meg, at loksins er tað ein javnaðarmaður, sum er samdur við mær, um at tað er óheppið at hækkað skattaprosentið.

Hann vísir á, at í sunnudagsskúlanum hevur ein lært, at tað er í góðum tíðum ein samlar upp. Rætt er tað, men eg havi so ikki lisið, at tá Palliba og Marsanna frammanundan gjalda ov mikið í skatt, at mynduleikarnir skulu fara enn longur niður í lummarnar hjá teimum eftir meir peningi.

Tá vit saman við sjálvstýrisflokkinum komu í samgongu í býráðnum fyrru setuna, var kommunan undir umsiting. Ein sorgarleikur, men við hegni og hørðum arbeiði eydnaðist okkum at koma á beint aftur. Tað er okkara forarbeiði, sum sitandi samgonga nú heystar og sólar sær í, og soleiðis er ofta í politikki. Tá vit komu til, vóru inntøkurnar umleið 40 milliónir lægri. Heilt erligt, so haldi eg, at øll eiga at síggja, at við pluss 40 mió eigur at bera til at halda skattaprosentið á 21,5. Antin er talan um manglandi evnir, ella manglandi vilja. Skattaprosenið í miðal fyri alt Føroyar er 21,16. Við methøgum inntøkum er vanligi arbeiðsmaðurin í kommuni noyddur at gjalda heili 22,00 % til Klaksvíkar kommunu.

21,50 % er altíð nóg høgt

Eitt skattaprosent uppá 21,50 er ríkiliga høgt, líkamikið um vit hava góðar ella ringar tíðir. Fólkaflokkurin hevði eitt uppskot um at halda fram við sama skattaprosentið uppá 21,50 %. Vit vístu á, at hetta bar væl til vísandi til inntøkurnar. Vinstrivongurin saman við sjálvstýrisflokkin vildu tíverri nakað annað. Teir vildu bara partú hækka skattaprosentið, havi hug at leggja aftrat – fyri einhvønn prís.

Vit samtyktu og játtaðu pening til skúlan á Ziskatrøð

Seinasta samgonga samtykti seinastu setu at fara undir skúlan á Zisktrøð. So her er ikki talan um nakað nýbrot og onki nýtt undir sólini. Eitt samt býráð játtaði eisini neyðuga peningin til hesa nýbygging.

Vit ynsktu bestu karmar til tey eldru.

Formaðurin í Norðoya Javnaðarfelag er sera forhánisligur í sínum úttalisi um Heimið við Vágna, og kallar tað fyri prestiguubyggingina hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Hetta kløkkar meg ikki so lítið, havandi í huga, at tað burdi júst verið javnaðarflokkurin, sum gleddist um, at tey eldru fingu eitt virðiligt heim. Sum umboð fyri javnaðarflokkin skuldi hann heldur glett seg saman við mær. Eg fegnist framvegis um, at karmarnir hjá okkara eldru eru góðir. Sum fyrrv. forkvinna í sosialunevnd slóðaði eg fyri, at hesi skuldu hava eitt meira virðiligt lív við bestu kørmum. Tásitandi javnaðarfólk vóru eisini samd um hetta, og stemmaði tey saman við býráðnum fyri hesum.

Tað fakliga var eisini uppá pláss undir fyrireikingini og byggingini av Heiminum við Vágna. Vit høvdu relevanta ráðgeving inni í myndini alla tíðina.

Vit fingu skattahækkan sum eitt krav

Kann eisini enn einaferð minna formannin í Norðoya Javnaðarfelag á, at tað var fíggjarmálaráðharrin hjá júst javnaðarflokkinum, sum kravdi, at kommunan skuldi hækkað skattaprocenti. Tað vóru treytirnar fyri at fáa Heimið við Vágna bygt. Vit gjørdu tað undir protest, meðan sitandi samgonga ger tað av sínum egna fría vilja og heilhjartað. Tað er tann stóri munurin. So kunnu teir kalla tað skynsamt og ábyrgdarfult.

Aðrar bleytar íløgur hjá okkum.

Eisini aðrar íløgur vóru gjørdar til frama fyri tey eldru , so sum Ven og virka og Smæran. Her gekk eg eisini høgt uppí, at brúkarnir skuldu hava 1. Klassa karmar og ikki nakra discountloysn. Hetta er til gleði og gagn í dag.

Fólkaflokkurin saman við sjálvsstýrisflokkinum gjøgnumførdi eisini seinastu setu, at bíðilistin til ansingarøkið skuldi burtur. So tá formaðurin í Norðoya Javnaðarfelag leggur upp til, at vit vilja hava ein bíðilista aftur, er tað fullkomiliga misskilt.

Samd í øllum – uttan skattahækkan.

Kann til seinast upplýsa, at vit tóku undir við fíggjarætlanini fyri 2015 hjá býráðnum. Einasta, sum vit ikki vildu vera við til var at hækka skattaprocentið. Tað vildu vit ikki, men vístu á meirinntøkur hjá kommuni í 2015.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Býráðslimur.