Landsstýrismaðurin í samferðslumálum spyr til okkara lýsingarfilm og árið 1995. Tað eru góðar grundir at spyrja um tað, tí filmurin átti av røttum at víst til 1990.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum spyr til okkara lýsingarfilm og árið 1995. Tað eru góðar grundir at spyrja um tað, tí filmurin átti av røttum at víst til 1990.
Reiðarafelagið hevur fingið grannskoðarafyritøku at gera ymisk tøl upp. Hesi tølini snúgva seg um áttatiárini og árið 1990. Tankin var (og er) at vísa á eina støðu, sum var fyri 25 árum síðani, og samanbera hana við støðuna í dag. Tíverri er 1995 skrivað í staðin fyri 1990. Tað harmast vit um.
Í 1990 var sambært okkara tølum rakstrarstuðulin til fiskivinnuna 437 milliónir krónur, meðan stuðulin í 1989 var heilar 617 milliónir krónur. Í hesum upphæddum er peningur til endurnýggjan av skipaflotanum, upphøggingarstuðul, stuðul úr løn- og ráfiskagrunninum, serlán og onnur útlán. Í filminum er tí alment sagt 500 milliónir í rakstrarstuðuli.
Viðvíkjandi veðhaldum er torført at siga heilt neyvt, hvussu nógv landskassin veðhelt fyri. Uppgerðir yvir áttatiárini vísa, at effektivu veðhaldini til fiskivinnuna 1980 – 1990 vóru eina góða milliard. Nøkur veðhald gjørdust helst effektiv seinni í nítiárunum, meðan onnur tíbetur ongantíð gjørdust effektiv. Eisini veldst eitt sindur um, hvat verður tikið við í uppgerðina og roknað sum hoyrandi til fiskivinnuna. Talan er m.a. um veðhald, studningslán, likviditetslán v.m. Tað er tí neyvan heilt av leið at siga, at veðhaldsskyldurnar fyri fiskivinnuna í 1990 mundu liggja um 2 milliardir krónur.
Ein samlað uppgerð yvir rakstrarstuðul og veðhald fyri árini 1980 – 1990 vísir, at landskassin hesi árini rindaði slakar 5 milliardir krónur til fiskivinnuna.
Í sendingini Breddin fyrr í vikuni, nevndi Georg L. Petersen, blaðstjóri, at tað er skeivt, tá ið filmurin sigur, at “onki fiskiskip er bygt síðan 2007″. Rættari hevði verið at sagt at ” eingin sáttmáli um nýbygging av fiskiskipi er skrivaður síðani veiðiloyvini vórðu søgd úr gildi í 2007″. Í samráð við lýsingarfyritøkuna, sum hevur framleitt filmin, varð hildið, at tað kanska var heldur langrøkjut at bera fram ein so langan boðskap. Sáttmálarnir um skipini, ið Georg L. Petersen nevndi, vóru skrivaðir fyri uppsøgnina av veiðiloyvunum á vári 2007.
15. desember 2016
Føroya Reiðarafelag




