Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svar til Kringvarpið – Liljan Weihe, tíðindaleiðari

Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri.

Í opnum brævi fyrr í dag spyrt tú um ymisk viðurskifti, ið Almannamálaráðið hervið sendir Kringvarpinum.

Svar til Kringvarpið – Liljan Weihe, tíðindaleiðari

Í opnum brævi fyrr í dag spyrt tú um ymisk viðurskifti, ið Almannamálaráðið hervið sendir Kringvarpinum.

Í samband við Heildarætlanina gjørdi arbeiðsbólkurin eina meting av kostnaðinum av teimum ymisku átøkunum, herímillum eisini útreiðslur til samskipara, og gjørdi út frá hesum eina fíggjarætlan fyri hvørt árið fyri tað tíðarskeiðið, verkætlanin er sett at vara. Samlaða upphæddin varð tá mett at vera 1.540 tkr. í 2013. Tá fíggjarlógin fyri 2013 varð samtykt, varð játtað ein minni upphædd t.v.s. 1.200 tkr.

Arbeitt verður enn eftir somu fíggjarætlan, t.v.s. somu almennu skjølum, sum arbeiðsbólkurin hevur sett upp fyri øll átøkini. Tó so, at átakið um viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap er skorið við tí upphæddini, ið vantar, og sum er munurin millum samtyktu fíggjarlógina og upprunaligu raðfestingarnar í heildarætlanini. Tó kann leggjast afturat, at viðgerðartilboð til børn er uppraðfest við 500 tkr.

Tú skrivar, at tit byggja tykkara tíðindaflutning á upplýsingar av heimasíðunu hjá Almannamálaráðnum, og at tað tí eru vit sjálvi, ið leggja villeiðandi upplýsingar viðvíkjandi heildarætlanini á heimasíðuna. Har liggja skjølini – Heildarætlanin og fylgifrágreiðing til hesa – í tí líki tey eru framleidd og handaði politisku skipanini. Hesi koma framvegis at liggja í frumritum á heimasíðuni. Og í slíkum skjølum ber ikki til at gera rættingar ella broytingar.

Tá tað kemur til upplýsingar um, hvussu peningur verður býttur í mun til tær ymisku játtanirnar á fíggjarlógini, so er ikki vanligt at leggja innanhýsis fíggjarætlanir út á heimasíðuna. Hesar kunnu tó altíð fáast til vega, um biðið verður um tær.

Viðvíkjandi tí partinum av fíggjarætlanini, sum snýr seg um løn og rakstur til samskipan, so sæst tað sjálvsagt ikki á heimasíðuni, hvat setti samskiparin veruliga fær í løn, so sum ført varð fram í sendingini við navns nevnilsi. Tað var skeivt og tað hava tit havt høvi til at rætta, tá tit fingu upplýsingar um faktuellu lønina. Annað ber ikki boð um góðan fjølmiðlasið.

Í mun til tíðindaflutningin í degi og viku 19. apríl 2013 haldi eg fast við, at fokus varð flutt frá endamálinum við verkætlanini til at snúgva seg um eina, skeiva, lønarupphædd til samskiparan. Og tað var tað, ið stóð eftir, tá sendingin varð liðug, og tað hevði klætt Kringvarpinum at fingið hetta á beint aftur beinanvegin.

Vinaliga

Eyðun Mohr Hansen

Aðalstjóri

Almannamálaráðið

Fra: Liljan Weihe [mailto:liljan@kringvarp.fo]
Sendt: 25. apríl 2013 11:39
Til: post@sosialurin.fo; redaktion@dimma.fo; Tíðindaskriv; sandportal@sandportal.fo; nordlysid@nordlysid.fo; beiti@kallnet.fo; webmaster@sudurras.fo; ras2@ras2.fo:; lesarabrov@portalurin.net; info@nordlysid.fo
Cc: Dia Midjord; Eyðun Mohr Hansen; Annika Olsen
Emne: Aðalstjóri villleiðir, men skjýtur journalistin

Aðalstjóri villleiðir, men skjýtur journalistin

Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðnum, vil í tíðindaskrivi í gjár vera við, at tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, eg, Liljan Weihe, ikki vil rætta faktuellar skeivleikar í tíðindaflutningi okkara. Hetta er ikki rætt.

Fríggjakvøldið í síðstu viku varð heildarætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum viðgjørd í Degi og Viku. Við grafikki verður greitt frá, hvussu játtanin til heildarætlanina verður býtt út á ávís øki. Í hesum sambandi verður nevnt, at upphæddin til samskipara er 590.000 kr. um árið – altso uml. 50.000 kr. til samskiparan um mánaðin, meðan tey harðskapsraktu tilsamans fáa 55.000 kr. um árið.

Tað er henda upphædd, tær 590.000 krónurnar, sum aðalstjórin nú sigur eru faktuelt skeiv. Men Kringvarpið hevur ikki uppfunnið hesi tølini. Tølini eru tikin frá heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum, sum stendur fyri heildarætlanini.

Skjølini finnast á hesi leinkju til heimasíðuna hjá Almannamálaráðnum: http://www.amr.fo/Default.aspx?pageid=18565

Tað hevði klætt aðalstjóranum í Almannamálaráðnum at ásanna, at orsøkin til faktuella feilin í Degi og Viku, er Almannamálaráðið sjálvt. Og um aðalstjórin harmast um innihaldið í innslagnum í Degi og Viku fríggjakvøldið, so eigur hann at taka í egnan barm og harmast um villleiðandi upplýsingarnar, sum enn eru at finna á heimasíðuni hjá ráðnum.

Hevur ikki biðið um rætting

Tað er beinleiðis ósatt, at aðalstjórin hevur biðið um eina rætting frá Kringvarpinum. Eyðun Mohr Hansen hevur víst á, at tølini á heimasíðuni hjá ráðnum, sum hann sjálvur varar av, eru skeiv. Men tað er ikki uppgávan hjá kringvarpinum at rætta tøl á heimasíðuni og í skjølum hjá Almannamálaráðnum. Eftir at Eyðun Mohr Hansen vendi sær til Kringvarpið og lastaði okkum fyri at vísa á skeiv tøl, hava vit – higartil til fánýtis – roynt at fáa røttu tølunum. Tað tykist sum, at partar av býtinum á játtanini til heildarætlanina einans eru tøkir í telefonsamrøðum við og teldupostum frá aðalstjóranum. Eina útgreining av játtanini er ikki gjørlig at fáa.

Tað sum Eyðun Mohr Hansen hevur átalað er, at Kringvarpið nevndi navnið á samskiparanum í samrøðu við Anniku Olsen fríggjakvøldið. Hetta hóast samskiparin hevur verið á forsíðuni á Sosialinum, verið gestur í fleiri útvarpssendingum hjá Kringvarpinum og nú eisini verður nevnd í tíðindaskrivinum hjá aðalstjóranum sjálvum!

Tað er ørkymlandi, at ein almennur myndugleiki – í hesum føri aðalstjórin í Almannamálaráðnum – lastar Kringvarpinum fyri at bera fram upplýsingar, sum eru frá ráðnum sjálvum. Vit vóna ikki, at tað er ein gjøgnumgangandi trupulleiki í almennu fyrisitingini, at geva fjølmiðlum og borgarum villleiðandi upplýsingar.

Vit vilja tí staðiliga enn einaferð heita á aðalstjóran at rætta villleiðandi upplýsingarnar á heimasíðu ráðsins og geva okkum – og borgarunum í Føroyum annars – innlit í, hvat pengarnir hjá heildarætlanini fara til.

Vit bíða framvegis!

Vinaliga

Liljan Weihe
Tíðindaleiðari

Kringvarp Føroyaliljan@kringvarp.fo


tel. +298 347500
fartlf. +298 218786