Skal tað vera ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin? Fert tú á Summarfestivalin? Hvat heldur tú um Kringvarp Føroya? Hvussu fer KÍ at klára seg í ár?
Skal tað vera ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin? Fert tú á Summarfestivalin? Hvat heldur tú um Kringvarp Føroya? Hvussu fer KÍ at klára seg í ár?
Hetta eru dømi um spurningar, ið kundu verið settir av Spyr.fo, sum í næstum fer undir at gera spurnarkanningar millum allar føroyingar. Kanningarnar verða gjørdar fyri fyritøkur, kommunur, stovnar, felagsskapir og onnur, ið ynskja at vita hvat føroyingar halda og meina. Fyri at geva so neyv úrslit sum til ber, er umráðandi at føroyingar í øllum aldri og úr øllum økjum í Føroyum svara kanningunum.
Tí verður nú heitt á øll, sum hava hug at svara skjótum spurnarkanningum og samstundis stuðla einum vælgerandi endamáli, at skráseta seg.
Skrásetingin er sera einføld og fer fram á www.spyr.fo. Tú skalt bert upplýsa fartelefonnummar, postnummar, kyn og føðingardag. So ert tú við í svarpanelinum, sum av og á fær møguleikan at svara stuttum og aktuellum kanningum, ið eru bæði skjótar og stuttligar at svara.
Og hetta kanst tú harumframt gera við góðari samvitsku og uttan at tað kostar tær nakað, tí tú stuðlar samstundis Krabbameinsfelagnum, hvørja ferð tú svarar. Aftur fyri títt svar letur Spyr.fo 4 kr. til Krabbameinsfelagið.
Skrásetið tykkum her: www.spyr.fo




