Svartaspilla, ella "kartoffelskimmel", er staðfest í eplavøkstri á Sandi. Henda hervuliga eplasjúkan kann steðga eplavøkstrinum eftir bert fáum døgum.
Sjúkan spreiður seg við sporum, ið breiða seg við vindunum. Vandi er fyri at sjúkan kann raka tær flestu eplavelturnar innan 3-2 vikur, um vindur og vætan í luftini er sjúkuni til vildar.
Sporurnar trívast best tá hitin er omanfyri 12-14 gradir, og tá vætan í luftini er høg. Sporurnar trívast bert á vátum bløðum.
Fyribyrgjast kann fyri sjúkuni við at lata eitt mangan evnið upployst í vatni á velturnar. Evnið skal latast á bløðini 8. til 10. hvønn dag fram ímóti endanum av august mánaði.
Mest útsettu støðini eru Sandur, Hvalba, Rituvík og Sandavágur, meðan minni bygdir norðanfyri, eitt nú tjørnuvík og elduvík eru minni útsettar fyri svartaspilluni.
Fyribyrgingarevnið (Dithane) fæst til keyps hjá flestu seteplaforhandlarum.




