Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svartfuglurin hevur tað ikki gott – samstundis sum ravnurin mennist

John William Joensen

Seinast í marsmánaða skipaði Sýslumaðurin í Norðoyggjum fyri grannastevnu á Viðareiði har m.a. støðan hjá lundastovninum var viðgjørd.

Seinast í marsmánaða skipaði Sýslumaðurin í Norðoyggjum fyri grannastevnu á Viðareiði har m.a. støðan hjá lundastovninum var viðgjørd.

Karl Johansen, sýslumaður, sigur at støðan er ikki góð men avgjørt var at halda fram við at røkja bjørgini.

– Í fjør var avgjørt at halda fram við arbeiðinum at røkja bjørgini við at vitja á rókunum og í urðum hyggja eftir pisum og ringmerkja. Greitt var frá at tvær ferðir var vijað í Settorvu og har vóru gjørdar tvær royndir at fleyga lunda men tað gav sera lítið nevniliga 55 og 33 lundar.

– Teir løgdu rottueitur og søgdu annars frá at nógvur ravnur var at síggja. Grannastevnan avgjørdi at halda fram við at røkja bjørgini á einum royndarstigið soleiðis at røktin av lunda londunum ikki dettur niðurfyri.