Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Svartfuglurin sýnist koma fyri seg

Oliver Joensen

Jóannis Danielsen, lívfrøðingur á Havstovuni sigur, at tað sær eitt sindur hugaligt út við lundaholunum á Skúvoynni, har havstovan hevur sett vakmyndatól upp í holunum. Eg havi kanna tær 35 holurnar, sum vit hava eftirlit við og har eru ungar í meira enn helvtini, so tað sær bara gott út.

Hóast lundi er í nógvum holum, so hevur lítið verið at sæð til lundan við bakkarnar. Hví so er vita vit ikki neyvt, men eg haldi at hetta kanska kemst av, at føðin er so langt frá landi, at lundin brúkar tíðina at flúgva út og heim aftur og tí ikki brúkar tíðina at sita í bakkanum.

Í ár hevur tað víst seg, at ikki so nógv hevur verið at sæð til lundan fyrr enn nú í seinastuni av vertíðini. Nú tíðin hjá lundanum á landi fer at styttast, lata menn sera væl at og siga nógvastaðni frá, at nógv av lunda er at síggja kring oyggjarnar.

Men, leggur Jóannis Danielsen, lívfrøðingur afturat, – tað er sera misjavnt, ið menn lata at ymsastaðni á útoyggj, tó kann eg siga, at tað sýnist at vera meira til av lunda í ár enn í 2017, sum var eitt gott ár og hartil eru líkindi til, at nógvar pisur fara at koma undan í ár, so tað er hugaligt, sigur hann at enda.

—-

Sjálvur var eg ein túr við Draganum á Kalsvík fyri stuttum, í mínum eygum sá út til at nógvur lomvigi var í berginum har tá. Manningin á Draganum segði mær, at teir ongantíð í nýggjari tíð høvdu sæð meiri lomviga á rókunum har.

Av Fugloynni hoyrist nakað tað sama, víkin í Hattarvík hevur staði full av lundaflokkum nú í góðveðrinum og tað er ikki sørt at lundi hevur funnið gamlar holur aftur í bakkanum. Menn hava eisini verið við stong í Urini og sum ljóðar fingu teir nógvan lunda í royndini.

Myndirnar niðanfyri er tiknar við Gjógv, á Kalsvík og í Fugloy: