Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Svarti fríggjadagur nærkast

Jóhann Lützen

Black Friday er í ár fríggjadagin 26. november, og tá hava flestu handlarnir í Klaksvíkar Handilsfelag opið heilt til kl. 20

Black Friday stavar frá USA og er dagurin, tá jólasølan byrjar, og tølini hjá handlunum gjørdust svørt (positiv) eftir at hava verið reyð (staðið í minus) meginpartin av november – harav navnið.

Hesin siðurin er eisini lutvíst komin til Føroya. Klaksvíkar Handilsfelag skipaði fyri Black Friday á fyrsta sinni í 2015.

Sum vant kemur Norðlýsið í hvørt heim í Norðoyggjum fríggjadagin 26. november, har til ber at lesa um øll tey góðu tilboðini.

Handlar og onnur, ið vilja hava lýsingar í blaðið, heimasíðu ella stórskermin við ALFA verða biðin at skriva á hansj@nordlysid.fo ella ringja á 742222