Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svein Rógvi er uppsagdur

Jákup Ósá

Venjarin hjá Stjørnuni er uppsagdur, váttar formaðurin í Stjørnuni yvirfyri Norðlýsinum.

Venjarin hjá Stjørnuni er uppsagdur, váttar formaðurin íStjørnuni yvirfyri Norðlýsinum.

 

Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Stjørnuni hettakappingarárið. Liðið liggur aftast í landskappingini og í steypakappinginimisti liðið finalu plássið í seinastu sekundunum suðuri í Vági. Síðani tá hevurfelagið mist fleiri leikarar. Sunnudagin spældi Stjørnan í Runavík mótiVÍF/Tjaldur. Tann dystin vann VÍF/Tjaldur 27-24. Eftir tann dystin hevurStjørnan so valt at uppsiga venjaran Svein Rógva Nielsen Ljósstein. 

Men tað erfyrst og fremst av fíggjarligum orsøkum, sigur formaðurin í Stjørnuni.

         –  Eg kann vátta, at samstarvið við Svein Rógva ersteðgað. Hetta er fyrst og fremst av fíggjarligum orsøkum, tí vit eru ikki sovæl fyri, sum vit hava verið. Svein Rógvi hevur gjørt eitt gott arbeiði hjáokkum og vilja vit takka honum fyri tað. 6 dystir eru eftir og í annaðkvøldvænti eg ein loysn liggur klár fyri írestandi dystirnar, sigur KristoffurRagnarsson við Norðlýsið í kvøld.