Team Klaksvík hevur sett Svein Rógva Ljósstein Nielsen sum fysiskan venjara hjá besta liðinum. Samráðingar eru við høvuðsvenjara.
Fyrireikingarnar hjá Team Klaksvík eru farnar í gongd til komandi kappingarár. Besta liðið hevði leikarafund í kvøld í samband við komandi kappingarár. Felagið hevur sett fysiskan venjara í Svein Rógva Ljósstein Nielsen. Atlantic Airways hópurin fer at byrja at venja í næstu viku. Ymiskar ætlanir vóru lagdar fram fyri at leggja lag á leikarar. Uppmøtingin var góð og hugurin at byrja eitt seriøst kappingarár við styrkivenjing var góður, verður sagt frá fundinum.
Samanbera vit við seinasta kappingarár, so var ein lítil kreppa um somu tíð tá. Hópurin byrjaði ikki at venja fyrr enn tvær vikur áðrenn kappingarbyrjan. Men nú verður lagt upp til, at liðið verður í fysiskt góðari venjing til kappingarbyrjan. Samráðingar eru í gongd við høvuðsvenjara, verður sagt úr Team Klaksvík.




