Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svein Rógvi skal venja Team Klaksvík

Jákup Ósá

Tað verður sami venjari, sum seinasta kappingarár skal venja menninar hjá Team Klaksvík.

Kristian Andreasen er dagligur leiðari hjá besta liðnum hjá Team Klaksvík og hann sigur, at felagið hevur gjørt avtalu við venjara fyri komandi ár. Tað verður Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum heldur fram sum høvuðsvenjari hjá felagnum. Hann var eisini venjari seinasta kappingarár. Team Klaksvík er byrjað uppá fyrireikingarnar og hava regluligar venjingar. Sum skilst verður hópurin fullmannaður í næstu viku. Kappingin byrjar 28. september.

Team Klaksvík hevur styrkt seg við Bogdan Florea og einum nýggjum útlendskum málverja til komandi ár. Dusko Petrusic og Sámal á Tjaldrafløtti Olsen halda eisini fram í felagnum.