Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svein Rógvi: Veðrið hevur verið við okkum

Jákup Ósá

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein heldur, at tað fyrst og fremst skyldast hepni, at støðan í kvøld við at avlýsa dystin ikki er komin fyrr.

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, venjari hjá Team Klaksvík, var ógvuliga róligur yvir støðuna, nú dysturin í kvøld mátti avlýsast vegna veður, nú nógvir hyljar vóru í Badmintonhøllini. Tað merktist á honum, at hetta kom ikki óvart á.

– Vit hava verið hepnir við veðrinum hetta kappingarárið. Tá dystirnir hava verið, so hevur tað verið turt, segði Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum til nógvar venjingar hevur verið noyddur at vant undir umstøðum, har fleiri handkløð hava ligið á vøllinum og har leikarar hava munna ansa sær fyri ikki at til skaðar undir venjing, tá nógvir hyljar hava verið.

Team Klaksvík venjarin tók støðuna tó við einum smíli og stutt eftir kl. 20.00 var ein hørð venjing á skránni hjá Team Klaksvík og lagið í hópinum tóktist gott eftir umstøðunum. Dusko Petrusic vandi við, men hansara loyvir vóru ikki komin uppá pláss í dag, og tí hevði hann ikki havt loyvið at spælt í kvøld.

Seinni í kvøld hevur nordlysid.fo samrøðu við Jógvan Skorheim um støðuna í Badmintonhøllini.