Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sveis vísir veg

Zakarias Wang

Í Sveis er tann regla, at um 100.000 fólk vilja hava eitt mál til fólkaatkvøðu, verður hetta eftirlíkað. Enn meir løgið fyri okkum er at hoyra, at har er tað soleiðis, at tað, sum fær meiriluta á fólkaatkvøðuni, er bindandi fyri lóggávutingið. Hetta er uttan mun til hvussu stórur meirilutin er. Har ger heldur ongan mun hvussu stór luttøkan er, ella hvussu nógvar atkvøður eru blankar og ógildugar.

Í Sveis er tann regla, at um 100.000 fólk vilja hava eitt mál til fólkaatkvøðu, verður hetta eftirlíkað. Enn meir løgið fyri okkum er at hoyra, at har er tað soleiðis, at tað, sum fær meiriluta á fólkaatkvøðuni, er bindandi fyri lóggávutingið. Hetta er uttan mun til hvussu stórur meirilutin er. Har ger heldur ongan mun hvussu stór luttøkan er, ella hvussu nógvar atkvøður eru blankar og ógildugar.

Tað er ofta, at sveisiskir tingmenn eru illir um fólkaatkvøðurnar. Teir

royna at taka til orðanna ímóti tí uppskoti, sum er framkomið, og ofta vinna

teir, so uppskotið fellur.

Nú verður ein fólkaatkvøða aftur í Sveis. Tað, sum har er skotið upp, er at

allir borgarar skulu fáa útgoldið eina ávísa upphædd á hvørjum ári.

Upphæddin er samanborið við okkara viðurskifti nakað størri enn

minstaupphæddin sum fólkapensiónistar her fáa útgoldið. Upphæddin skal vera

so stór, at tað so dánt skal bera til at liva av henni.

Tað sum er øðrvísi í mun til okkara fólkapensiónsskipan er, at eftir hesum

uppskoti fáa øll hetta útgoldið. Forsprákarnir siga, at á henda hátt slepst

undan at arbeiða við einum hópi av ymsum skipanum. Tað verður óneyðugt við

arbeiðsloysisskipanini, útbúgvingarstuðli, avlamisrentu og øllum møguligum

skipanum, sum í løtuni kosta almikið í rakstri.

Tey sum finnast at uppskotinum siga, at tað fer at gera at ov fá fara at

tíma at arbeiða. Hví skal nakar arbeiða tá pengar verða fluttir inn á

kontuna uttan at tey lyfta hond frá síðu?

Stuðlarnir av uppskotinum siga, at útgoldna upphæddin er so lág, at tey

allarflestu vilja arbeiða fyri at fáa meir inntøku. Ætlanin er, at

grundupphæddin er skattafrí. Tann sum arbeiðir, fær sína løn, men av hesi

løn skal skattur gjaldast. Óbeinleiðis skattur á nýtslu av góðum – vørum og

tænastum – verður sjálvandi eisini goldin av teimum, sum bert fáa føstu

upphæddina útgoldna, men arbeiða tey, verður meir goldið til tað almenna.

Óvist er sjálvandi, hvussu úrslitið av fólkaatkvøðuni fer at verða, men fyri

okkum føroyingar er tað áhugavert at henda skipan er av sama slag sum vit

høvdu fyrr í tíðini í bygdum okkara, har tey sum framleiddu skuldu gjalda

hald til tey sum høvdu lagt frá sær. Hetta verður lýst í eini grein í síðsta

hefti av Varðanum, har eisini verður víst á, at henda skipan er skotin upp

av Milton Friedmann, fremsta konservativa filosoffinum í okkara tíð.

Hetta kundi bent á, at tað kanska ikki hevði verið heilt burturvið at vit

royndu at seta hetta sveisiska hugskot í verk.