Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sveisingahandilin eitur nú Fønix

Tíðindaskriv

Sveisingahandilin í Havn, sum bleiv stovnaður í 1948 hevur nú skift navn til Fønix.

Sveisingahandilin í Havn, sum bleiv stovnaður í 1948 hevur nú skift navn til Fønix.

Navnaskiftið kemur í kjalarvørrinum av at Sveisingahandilin fyri tveimum árum síðani legði saman við Fønix og yvirtók virksemið.

”zNú er tíðin búgvin at taka stigið fult út. Navnaskiftið ber boð um eina nýggja byrjan, har vit bjóða okkum fram við enn betri tænastuveiting og vøruúrvali”, sigur Bárður Simonsen, stjóri á Fønix.

Alt virksemið hjá samanlagda felagnum savnað í Mykinesgøtu 8, og Fønix bjóðar heildartænastu vil vinnu og privat innan sveising, trygdar-, bjargingar, og sløkkútgerð, grill, gass, smyrjiolju og akkumulatorar.

”zOkkara kundar skulu uppliva tað somu ella betri tænastu enn hana tey kenna frá góða gamla Sveisingahandilinum”, lovar Bárður Simonsen, stjóri í Fønix.