Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sven Dahl, valevni Sjálvstýrisfloksins, skrivar: Skúlarnir báðir á Ziskatrøð og við Ósánna eiga at vera samanlagdir

John William Joensen

Vit mugu geva børnunum bestu kor. Hetta rokni eg við at flest øll eru samd um. Ikki tí eg haldi at børnini í Klaksvíkar Kommunu eru illa fyri, ella verri fyri enn onnur børn í Føroyum, men hvat kunnu vit betra um?

Skúlarnir báðir á Ziskatrøð og við Ósánna eiga at vera samanlagdir. Ávíst samarbeiðið er ídag um fimleikarhallir, skúlakøk, serstovur o.a., men hetta kundi væl verið víðkað.
-Betri útnyttan av serlærarum, hetta hevði givið næmingunum fleiri tilboð, og ikki minst lærarum betri royndir.
-Bíligari rakstur. (sparing) Ein leiðsla, betri útnyttilsi av skúlastovum, amboðum, teldum o.s.v. Optimeraðir flokkar, aftur ein sparin.
-Betri valtilboð til næmingarnar.
Hetta síðst nevnda er áhugavert tí í dag er tað soleiðis í framhaldsdeildini, at um ov fáir næmingar í t.d. Ósáskúlanum velja eina vallærugrein, verður ongin flokkur. Líka mikið um hin skúlin kanska akkurat hevði nokk av næmingum til somu vællærugrein, og væl hevði havt pláss til 10-15 næmingar í tí flokkinum.
Eru lærararnir og Skúlin ikki har fyri næmingarnar – og ikki øvugt?
Tað er her børnini brúka dagtímarnar í 10 ár, og trívast tey ikki her, fær tað óhepnar fylgjur.

Smáídnaður ov vanaligar sømdir
Betrast skal um umstøðurnar hjá hesum partinum av vinnulívinum. skundast skal undir arbeiðið við ídnaðarøkinum úti á skarðhamri, so tað ikki endar við at standa sum hitt ídnaðarøkið gjørdi í fleiri ár. Økið eigur eisini at vera gjørt til lastbilaeigarar so akfør teirra, sum í dag standa parkeraði á vegnum í bygdum umráði, kunnu parkerast uttan ampa fyri onnur.
Á hesum øki skal vera møguleiki fyri vasking v.m.
Hetta er bert tvey av málunum eg hevði arbeitt fyri, um tit settu krossin við meg.

Vel lista D(ahl)