Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svenning av Lofti við evangeliskari fundarøð í Tórshavn

Oliver Joensen

Í hesi vikuni hevur Svenning av Lofti saman við Sveini Petersen og Páll á Lakjuni eina evangeliska fundarøð í Tórshavn undir heitinum: “Frelsa, friður og frælsi í Kristusi”.

Byrjað varð sunnukvøldið í Ebenezer, og hildið verður fram til hóskvøldið. Síðani verður farið í læraraskúlahøllina, har fundir verða frá fríggjakvøldi til sunnukvøld. Allir fundirnir byrja kl. 20. Fundurin hóskvøldið í Ebenezer er skipaður sum ein ungdómsfundur.

Svenning av Lofti, evangelistur, er høvuðstalari á hesum fundum. Páll á Lakjuni og Svein Petersen taka sær av fundar- og sangleiðslu.

Sangløtur í læraraskúlahøllini
Fundirnir í læraraskúlahøllini verða skipaðir sum sangløtur. Har verður nógvur góður sangur – bæði felagssangur og við fleiri góðum sangarum. Fríggjakvøldið fer ein tónleikabólkur úr Suðuroy at syngja og spæla. Leygarkvøldið syngur Siloakórið úr Fuglafirði og sunnukvøldið Sigrið Rasmussen úr Havn. Svein Petersen úr Hvalba syngur fleiri av kvøldunum. Eisini aðrir sangarar og tónleikarar verða við.

Øll kvøldini endar Svenning av Lofti við einum evangeliskum boðskapi.

Skeið við heitinum “Fýra gudsmenn í Gamla Testamenti”
Eisini verður eitt skeið leygardagin 23. februar í Ebenezer. Tá fer Páll á Lakjuni at hava fýra fyrilestrar, ið hann nevnir “Fýra gudsmenn í Gamla Testamenti”. Skeiðið verður frá kl. 13.30 til kl. 17.

Øll eru vælkomin til hesi tiltøk.