Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Svensk songkvinna á Summar Festival

Tíðindaskriv

Hon er ævigari konsertferð og fer at framføra á Summar Festivalinum

Fólktatónleikarin Elona Planman fer at syngja á Summar Festivalinum 2019.

Elona Planman hevur seinastu árini ferðast nógv at spæla konsertir. Hon kallar sínar konsertferð »Evighetsturnéen« og hevur okkurt ár ferðast mest sum uttan íhald kring norðurlond.

Elona syngur sterkar sangir við lívsjáttandi og viðkomandi tekstum. Hon spælir gittar og munnharmonikku, og hon er nærverandi og hugtakandi á palli. Elena syngur um lívið og lívsførslu, og hon er partur av nýggjum ættarliði, sum skrivar norðurlendskar vísur.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.