Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svenskt og íslendskt á G!

John William Joensen

G! Festival kunngerð í morgun tvey nýggj nøvn á skránni: Ásgeir Trausti úr Íslandi og Karin Park úr Svøríki

G! Festival kunngerð í morgun tvey nýggj nøvn á skránni:

Ásgeir Trausti úr Íslandi og Karin Park úr Svøríki

Tey leggjast afturat eini skrá, sum framanundan telur:

Nephew (DK)

Alina Devecerski (SE)

Reptile Youth (DK)

Ásgeir Trausti (IS)

20 ára gamli Ásgeir Trausti gav síni fyrstu løg út á sumri í 2012 og hittaði beinanvegin stórt við lagnum ”Leyndarmál”. Síðani kom fløgan, Dýrð í dauðaþøgn, í september og seldi eftir bara trimum mánaðum meira enn 25.000 eintøk í heimlandinum. Ongin onnur íslendsk útgáva hevur nakrantíð selt so nógv so skjótt.

Síðani hevur Ásgeir m.a. skrivað undir bookingsáttmála við agentin hjá Bjørk á heimsins størsta bookingfelagi, WME Entertainment.

Karin Park (SE)

Karin Park vaks upp í lítlu bygdini Djura í myrku skógunum í miðsvøríki. Sum 7 ára gomul fór hon við foreldrunum til Japan, har hon gekk á missións skúla í 3 ár, uttan útvarp, sjónvarp, bløð og poppmentan.

Karin Park, ið fyrst slóg ígjøgnum í Noregi, spælir myrkan electroniskan popp við industrial, dubstep og synthpopp íkastum.

Fjórða og nýggjasta útgáva hennara, High Wire Poetry, frá 2012, er framleidd av Christoffer Berg, ið er kendur frá m.ø. The Knife, Fever Ray og Massive Attack. Røddin hjá Karin minnir í støðum um Karen Dreijer Andersson, í støðum um Bjørk og stundum um Sinead O’Connor, men Karin hevur sín heilt egna samleika og dynamikk.