Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjifelagið Ægir hevur júst havt ársaðalfund: Dan Mikkelsen heldur fram sum formaður í Ægi

(
John Færø)

Formaðurin í Svimjifelagnum Ægi hetta seinasta árið verður tann sami teir komandi 12 mánaðarnar. Ægir hevði ársaðalfund hóskvøldið tann 23. januar, har tveir nýggir nevndarlimir vórðu valdir.

Tveir av teimum íalt fimm limunum í nevndini í Svimjifelagnum Ægi stóðu fyri vali hesa ferð, men hvørki Tina Purkhús ella Julianna Heimistovu tóku við afturvali.

Í teirra stað vórðu Elin Matras og Jana Ellingsgaard valdar í nevndina. Samstundis varð Helga Mikkelsen vald sum nýggjur eykalimur. Eingin eykalimur var frammaundan.

Umframt tær nývaldu sita Dan Mikkelsen formaður, John Mikkelsen og Símun á Høvdanum, ið eisini heldur fram sum svimjileiðari.

Íalt møttu 10 fólk á aðalfundinum, sum varð hildin í sangstovuni í Skúlanum á Ziskatrøð.