Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjihøllin opin hvønn morgun

Danial Viðoy

Nú hava øll møguleika fyri at svimja og vitja baðilandið í Klaksvíkar svimjihøll áðrenn arbeið og skúla, tí høllin letur upp klokkan 6.45 hvønn morgun.

Nú hava øll møguleika fyri at svimja og vitja baðilandið í Klaksvíkar svimjihøll áðrenn arbeið og skúla, tí høllin letur upp klokkan 6.45 hvønn morgun.

Klaksvíkar svimjihøll hevur nú verið opin aftur í eitt gott ár, og nú víðkar svimjihøllin um upplatingartíðirnar, soleiðis at almenningurin kann brúka høllina hvønn morgun í vikuni. Gerandismorgnar er svimjihøllin opin frá kl.6.45 til 9.00, umframt seinnapartar frá kl.14.

Tað er sum heild vælumtókt at venja um morgunin, eitt nú fyri at byrja dagin væl. Likamlig venjing setur ferð á forbrenningina, og ger fólk glað og klár til dagin, sum byrjar. Hetta siga fleiri av teimum, sum vitja svimjihøllina um morgnarnar. – Nógvum dáma væl at svimja um morgunin, tí tey kenna seg væl og klár til dagin eftir lokna venjing, sigur Torkil Mørkøre, leiðari í svimjihøllini.

Morgunsvimjarum dáma eisini væl at brúka bæði heilsuklivan og saununa omaná sjálva svimjingina, áðrenn tey gera seg klár til dagin.

Á leið 68.000 fólk vitja svimjihøllina um árið, og tá eru skúlanæmingar og svimjarar hjá Ægir ikki taldir við. Sum heild eru tey vitjandi sera glað fyri nýumvældu svimjihøllina, sum hevur allar nútímans hentleikar. Umframt svimjihøllina heldur fitnessfyritøkan Íðka til undir sama taki.

Upplatingartíðir og nærri kunning um svimjihøllina sæst á heimasíðuni umvegis leinkjuna niðanfyri.

Harleyfacadeacryl