Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjihøllin verður sum nýggj

John William Joensen

Torkil Mørkøre, leiðari í Klaksvíkar Svimjihøll, sigur at fyrsti parturin av nýbyggingini verður liðugt soleiðis at høllin kann takast í brúk í summar við nýggjum brúsu og skiftingarrúmum og einari nýggjari Cafe.

Tað er NH Betong sum stendur fyri arbeiðinum sum er í trimum stigum sum tilsamans kosta umleið 9 mió. kr. og sum verður liðugt um eitt ár.

– Fyrsti parturin av nýbyggingini verður liðugt soleiðis at høllin kann takast í brúk í summar við nýggjum brúsu og skiftingarrúmum og einari nýggjari Cafe.

– Síðani verður farið í holt við fitness partin og alt arbeiðið verður liðugt einaferð móti jólum 2014. Tá verður tað sum at koma inn í eina spildurnýggja svimjihøll, men longu nú verður arbeitt við at fáa eitt nýtt wellnes økið við gosbað, heilsuklivum og øðrum, men her strekkir peningurin sum játtaður er í løtuni ikki til.