icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjikappingarárið 2007/2008 nærkast: Nýggi Ægir-venjarin byrjaður í starvinum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Nýggi høvuðsvenjarin hjá Svimjifelagnum Ægi, Johan Martin Poulsen, hevði sín fyrsta arbeiðsdag í felagnum mikudagin, og í næstum byrja venjingarnar av álvara.

Hóast summarið framvegis er í hæddini, og summarferiurnar ikki eru avgreiddar enn, so eru fyrireikingarnar til vetrarítróttina so smátt byrjaðar.

Svimjifelagið Ægir boðaði í juni mánað frá, at felagið hevði sett Johan Martin Poulsen sum nýggjan høvuðsvenjara í felagnum, og mikudagin tann 1. august var hansara fyrsti arbeiðsdagur, sum hann í stóran mun brúkti saman við formanni felagsins, Símuni Akursmørk.

Tó nýtti Johan Martin eisini høvið at hava sín fyrsta ítøkiliga arbeiðstíma í svimjihøllini, har nakrir av svimjarunum í felagnum møttu til venjingar og fingu sína fyrstu undirvísing frá nýggja venjaranum.

Enn er tann skipaða venjingin tó ikki byrjað, men sum skilst er ætlanin, at byrja av álvara ein av næstu døgunum.

Johan Martin Poulsen, sum er 27 ára gamal, er ættaður úr Saltangará. Hann fæst í løtuni við at flyta til Klaksvíkar.

Nýggi Ægirvenjarin hevur drúgvar royndir sum venjari hjá fleiri svimjifeløgum kring landið og hann hevur tikið fleiri venjaraskeið hjá Dansk Svømmeunion.

Johan Martin skal venja 1. & 2. lið og annars vera við til at samskipa venjingina fyri allar kappsvimjarar hjá ÆGIR

Vit ynskja Johan Martin hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar og bestu eydnu í nýggja starvinum.

Koyr á Ægir !!