Hóast ikki allir svimjararnir hjá feløgunum vóru við í Odda-stevnuni í Vági seinasta vikuskiftið, so fingu feløgini báðu megin Leirvíksfjørð góða úrtøku.
Samanlagt 7 svimjarar úr Svimjifelagnum Ægir luttóku í svimjikappingini, sum var í svimjihøllini í Vági síðsta vikuskifti.
Talið kundi havt verið størri, um allir svimjararnir hjá felagnum í hesum aldursbólkinum vóru við, men tað forðaði tó ikki fyri góðari úrtøku av metalli í hesi kappingini, sum Svimjifelagið Reki í Leirvík vann.
Niðanfyri er yvirlit yvir heiðursmerkjabýtið og úrtøkuna hjá hvørjum einstøkum svimjara úr Ægir:
Heiðursmerkjabýtið millum luttakandi svimjifeløgini:
Gull Silvur Bronsa
1) Svimjifelagið Reki (í Leirvík) 15 5 5
2) Suðuroyar Svimjifelag 8 13 13
3) Svimjifelagið Ægir 7 10 9
4) Havnar Svimjifelag 3 1 1
5) Fuglafjarðar Svimjifelag 0 3 2
Heiðursmerkjavinnarar hjá Ægir:
Ronja Eysturdal (1999):
Gull í 25m ryggsvimjing
Gull í 25m bringusvimjing
Gull í 50m ryggsvimjing
Gull í 50m frísvimjing
Silvur í 25m firvaldasvimjing
Silvur í 25m frísvimjing
Silvur í 50m firvaldasvimjing
Silvur í 50m bringusvimjing
Ásbjørg Hjelm (1999):
Gull í 50m bringusvimjing
Silvur í 25m bringusvimjing
Silvur í 50m ryggsvimjing
Bronsu í 25m ryggsvimjing
Bronsu í 50m frísvimjing
Victoria Eysturdal (1998):
Silvur í 50m firvaldasvimjing
Bronsu í 25m firvaldasvimjing
Martin Olsen (1997):
Gull í 25m firvaldasvimjing
Gull í 50m firvaldasvimjing
Bronsu í 25m bringusvimjing
Jákup Eysturdal (1997):
Silvur í 25m bringusvimjing
Silvur í 50m bringusvimjing
Bronsu í 25m frísvimjing
Bronsu í 50m firvaldasvimjing
Beinir Johannesen (1997):
Silvur í 25m frísvimjing
Bronsu í 25m ryggsvimjing
Bronsu í 50m ryggsvimjing
Bronsu í 50m frísvimjing




