Um vikuskiftið var svimjikapping í Klaksvíkar Svimjihøll, har svimjarar úr øllum landinum luttóku, og har samanlagda úrslitið gjørdist, at feløgini úr Eysturoynni og Norðoyggjum vunnu 259 stig, Suðuroyarfeløgini 197 stig, og Havnin vann samanlagt 174 stig.
Størsta einstaka svimjifelagið í landinum er Havnar Svimjifelag, sum eisini er tað einstaka felagið, ið vann nógv flest heiðursmerki í kappingini um vikuskiftið.
Men um ein hinvegin lutar landið sundur í landspartar og telur saman heiðursmerkini, sum hvørt økið vann, so verður niðurstøðan eitt sindur øðrvísi, tí tá verður tað Eysturoy+Norðoyggjar, sum fáa tað besta samanlagda úrslitið, Suðuroy eru tá næstovastar, meðan Havnin hevur lakasta úrslitið.
Aðrastaðni í blaðnum er sett upp eitt yvirlit yvir heiðursmerkjavinnararnar, har ein samanteljing av stigunum gevur hetta úrslit:
Havnar Svimjifelag 174
Vágs Svimjifelag 105
Tvøroyrar Svimjifelag 92 197
Fuglafjarðar Svimjifelag 79
ÆGIR – Klaksvík 71
FLOT – Toftir 60
REKI – Leirvík 49 259
Serliga er tað merkisvert at staðfesta, hvussu væl suðuroyingar klára seg í svimjikappingini, tá ein hevur fólkatalið í huga. Vit kunnu her staðfesta,at Suðuroy við 5000 íbúgvum vinnur 197 stig, meðan Havnin við áleið 18000 íbúgvum vinnur 174 stig – her eru suðuroyingar í serklassa – fáir, men knáir!




