Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjing – Føroyameistarakappingin, FM 2005: Met, medaljur og oyggjaleikaluttøka

John William Joensen

Úrslitini hjá Ægi í vetur, sum endaðu við FM-kappingini seinasta vikuskiftið er ein væl uppiborin løn til nevnd, venjarar, hjálparfólk og svimjarar, sum eftir miðvíst arbeiði gjøgnum veturin eru byrjaði at heysta medaljur – og støðið er lagt fyri enn fleiri í komandi tíð.

Vikuskiftið eftir UM 2005, varð sjálv føroyameistarakappingin, FM 2005, hildin í svimjihøllini í Havn, har Ægir var umboðað av Nataliu Reinhardt, Rúnu Joensen, Báru Joensen, Charlottu Venned, Kristiani Olsen og Bjarna M. Petersen.
Við fleiri gullmerkjum gingu Natalia Reinhardt og Kristian Olsen á odda í stríðnum at vinna Ægi eitt gott úrslit. Tey vunnu bæði sær pláss á føroyska landsliðnum, sum skal til Oyggjaleikirnar í Hetlandi í summar, og Natalia setti somuleiðis tvey føroysk met.
Nærri verður greitt frá teirra avrikum aðrastaðni í blaðnum.
Kappingin vardi hósdagin, fríggjadagin og leygardagin, har innleiðandi kappingarnar byrjaðu kl. 09:00 fyrrapartar, og finalurnar vóru nakað út á seinnapartin.

Bjarni við í FM fyri fyrstu ferð.
Hetta var fyrsta ferðin, at Bjarni M. Petersen luttók í FM, og sigast má, at hann kláraði seg heilt væl, tá ein hugsar um hansara unga aldur.
Bjarni gjørdist nr. 4 í 200m bringu við tíðini 3.15,14.
Í 100m bringu kom hann á mál sum nr. 5 við tíðini 1 min 30,79, sum var eitt sindur lakari enn tíðin, hann svam til UM 2005.
Bjarni svam 50m bringusvimjing í innleiðandi og forbetraði hann seg heili 6,73 sekund frá 46,67 til 39,90!!
Samanlagt eitt hugaligt FM hjá hesum unga framtíðar svimjaranum.

Rúna bronsu í 100m blandað.
Í 100m blandað gjørdist Rúna nr 3 og vann sostatt bronsu við tíðini 1.18,96 bert 1/100 part framman fyri nr 4!
Í onkrum øðrum kappingum var úrslitið júst tað øvugta, við tað at Rúna gjørdist nr. 4, har hon hevði vónað at fingið heiðursmerki.
Hetta hendi í 100m ryggsvimjing, har hon gjørdist nr. 4 við tíðini 1.19,02. Her var hon eitt sindur vónbrotin, tí hon hevði sett nøsina upp eftir einum 3 plássi, men tað rakk hon ikki hesa ferð.
Charlotta, sum eisini svam hesa grein bleiv nr. 8 við tíðini 1.23.63.
Í 50m rygg bleiv Rúna eisini nr 4 við tíðini 36,19 sekund, sum er 4/10 partar seinni enn hon hevur svomið fyrr. Charlotta bleiv nr 7 í somu grein við tíðini 37,97 sek.
Systir Rúnu, Bára Joensen, var fyri líknandi lagnu í 50m bringusvimjing, har hon bleiv nr 6 við tíðini 0.40,36, bara eitt sekund frá triða plássinum.

Sørin hjálparvenjari hjá oyggjaleikalandsliðnum.
Efti lokna FM-kapping varð farið niðan í Hotel Føroyar til Gallaveitslu, har millum annað ársins svimjarar skuldu kjósast.
Av teimum fingu okkara svimjarar hesi heiti:
Kristian Olsen bleiv valdur sum ársins frí svimjari, stutt teina, og Natalia Reinhardt varð vald sum ársins firvalda svimjari hjá kvinnum.
Eisini høvuðsvenjarin hjá Ægir, Søren Olsen, fekk ein serligan heiður, tá hann varð biðin um at verða hjálparvenjari hjá Oyggjaleikalandsliðnum, sum skal til Hetlands í summar, og tók hann sjálvsagt av hesum heiðri.