Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjing um Nólsoyarfjørð

John William Joensen

Ovastevnan 2004 verður vikuskiftið 6. til 9. august í ár. Fastur táttur seinastu 6 árini, hevur verið, at motiónistar og kappsvimjarar royna roysni at svimja teir 4 kilometrarnar úr Havn til Nólsoyar.


Sjálvsagdur partur í Ovastevnuni, er at svimja um Nólsoyarfjørð. Upprunin til stevnuna er lyfti Ova Joensen, sála, at fáa nólsoyingum til vega svimjihyl. At hesin navnframi maður, lat lív á sjónum, er enn ein staðfesting, hvussu týdingarmikil partur svimjingin er fyri fólki, ið býr á hesum klettum.
 
Leygardagin 7. august 2004 kl. 10 standa svimjarar klárir at leypa á bláman yviri við Strond. Eins og undanfarnu árini sýna radioamatørarnir stuðul, at hýsa svimjarunum í fyrireikingunum, áðrenn farið verður oman til Stóradamm.
 
Fyri framman eru 4000 metrar at svimja, hjá teimum svimjarunum, ið svimja beint á bygdina. Er onkur, ið kemur á land aðrastaðni á oynni, er at skunda sær at renna til Heiðursportrið, tí har er málið – og besta tíðin higartil er 1 tími, 20 min. og 27 sekund, metið hevur Dia Jacobsen sett í 2001. Ógvuliga ymiskt er hvussu skjótt svimjararnir eru komnir um fjørðin. Frá metinum hjá Dia Jacobsen, er glopp aftur til 2 tímar 32 minuttir og 28 sekund og skuldi tað kunna boðið øllum at tikið lut.
 
Trygdin verður sett høgt í hesum tiltaki og hava samarittarnir aftur í ár játtað at standa til reiðar. Sjálvbodnir nólsoyingar standa eisini á landi og taka ímóti, eins væl og at báðir partar eru tøkir á sjónum – í hjálparbáti.
 
Men stóran leiklut eigur svimjarin sjávlur, tí í tilmeldingini, skal svimjarin fáa sær til vega froskmanna- ella triatlonbúna, seksmannafar (ella størri maskinbát), tvey vaksin hjálparfólk og VHF í bátinum – og sjálvsagt hampiliga venjing.
 
Størsta luttøkan var fyrsta árið (1998), tá ið 14 luttakarar lupu á bláman yvir við Strond og vunnu upp land í Nólsoy. Vónin er, at nógv meldað til, í hesum árliga møguleikanum at royna seg tvørtur um Nólsoyarfjørð.
 
Áhugaðir svimjarar, skulu venda sær til Jákup av Skarði. Best er at skriva til jakupavs@skulin.fo ella senda sms til tlf. 217001. Eru spurningar ber eisini til at ringja 217001. Eftir 28. juli verður Erlendur Simonsen (stigtakarin) at hitta á tlf. 220644.
 
Heitt verður á svimjarar at hava navn/upplýsing um bát og hjálparfólk, tøk, tá ið meldað verður til.

Við vón um góða svimjing og góða Ovastevnu.
Stuðulsnevndin fyri Svimjihyli í Nólsoy.